Jól: Bjarni Prior hevur snakkað við skiparan

- Hóast borgarstjórin sigur seg ikki vera so jólaligan, so gleðir hann seg sum ein lítil smádrongur til at síggja Heimdal fullan av jólamonnum sunnudagin.

Minnast tit hesar jólamenninar?

 

Eftir at teir høvdu verið við til jólatræstendringina í Vága kommunu og høvdu givið børnunum pakkar, so sigldi Heimdal jólamenninar til Norðurpólin, har teir enn hava nógv at gera við at framleiða fleiri jólapakkar til jóla.

 

- Men jólamenninir gjørdu eina avtalu við Heimdal um at koma aftur eftir teimum, so teir kundu koma aftur at heilsa upp á børnini í Vága kommunu fyri jól og geva teimum ein pakka aftrat.

 

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður upplýst, at borgarstjórin, Bjarni Prior, hevur snakkað við skiparan á Heimdal, og hann sigur, at teir væntandi koma inn á Sandavág nú sunnudagin umleið klokkan 16.45.

 

- Hóast borgarstjórin sigur seg ikki vera so jólaligan, so gleðir hann seg kortini sum ein lítil smádrongur til at síggja Heimdal jólaskrýddan og fullan av jólamonnum koma siglandi inn á vágna, so jólamenninir kunnu gleða børnini.

 

Heimdal fer at sigla inn á Sandavág og fram við sandinum har. Síðan fer hann víðari inn á Miðvág, har Heimdal leggur at í bátahylinum í Miðvági umleið  klokkan 17.15.

 

- Síðan fer ein bilur hjá sløkkiliðinum at koyra jólamennirnar heim til fótbóltsvøllin, har børnini kunnu koma og heilsa upp á jólamenninar. Umframt at børnini fáa pakka, verður eisini ókeypis kaffi og kaka at drekka, sum MB stendur fyri.

 

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu siga tey, at Tummars Heri & Co eisini fara at hugna um tiltakið við eitt sindur av jólatónleiki. 

 

- Vit ynskja at halda tilmælini. Fótbóltsvøllurin er stórur, so tað ræður um ikki at samlast ov nógv saman og halda frástøðu, verður lagt aftrat.