Bjarni er hvalbingur, føddur 9. juli í 1935, sonur Thomasiu, f. Magnussen úr Trongisvági, og Eliesar Holm úr Hvalba.
Bjarni gjørdist faðirleysur longu sum 5 ára gamal, tá ið pápin gekk burtur við Cherfull í Skopunarfirði í 1940. Eftir sat mamman við fýra børnum. Bjarni vaks tískil upp hjá ommuni og abbanum í Trongisvági. Liðugur við skúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba, til hann fór til Havnar á læraraskúla í 1954.
Eftir at hann var útbúgvin á Føroya Læraraskúla í 1958, starvaðist hann sum lærari í Skopun frá 1958-60, á Velbastað frá 1960-64, í Tórshavnar kommunuskúla frá 1964-68, í Venjingarskúlanum frá 1968-75 og í Eysturskúlanum frá 1975-96. Hann hevur eisini undirvíst fleiri vetrar á kvøldskúlanum. Bjarni fór úr starvi sum lærari í 1996.
Í síni tíð sum lærari var Bjarni saman við øðrum við til at geva fleiri bøkur út til skúlabrúks. Hann var eisini ein av teimum sum stovnaði Skúlabókafelagið í 1963.
Bjarni hevur spælt nógv fótbólt. Tey flestu árini í B36 har hann var við til at vinna meistaraheiti í 1962. Umframt fótbólt hevur hann eisini spælt nógv flogbólt.
Í 1958 giftist Bjarni við Jónu Restorff úr Havn. Tey fingu fýra døtur: Tove, Guðrið (doyði sum hálvtannað ára gomul), Guðrið og Annika, umframt barnabørnini.
Bjarni og Jóna eru hvønn dag at síggja til arbeiðis í handlinum Andreas í Vágsbotni, har serliga nógv fremmandafólk vitja hesa árstíðina. Vit í Miðlahúsinum ynskja Bjarna hjartaliga til lukku við degnum.
-red