Hóast tað var sum alt annað enn favorittar, at Bjarni Larsen og liðfelagarnir í BK Tromsø leygardagin fóru á vøllin í norsku steypafinaluni í mansflogbólti, eydnaðist teimum at fara allan vegin og vinna. Mótstøðuliðið, Førde VBK, var fjórða árið á rað í steypafinaluni, og byrjaðu eisini nógv betur, men Bjarni og teir vildu ikki geva skarvin yvir.
– Hetta var ein øgiliga harður dystur, har teir løgdu út við einum øgiligum servutrýsti, ið vit slett ikki kláraðu at taka ímóti. Teir vunnu eisini 25-16 og 25-21 í teimum báðum fyrstu settunum, greiðir Bjarni frá í telefonini úr Tromsø.
– Teir lósu okkum øgiliga væl, og ikki fyrr enn í triðja setti fingu vit so lagt trýst á teir við okkara servum. Tá blivu teir nógv meira verjukendir, so servutrýstið hevði báðar vegir avgerandi týdning fyri dystin, tí vit vunnu 25-20 og 25-17 í triðja og fjórða setti.
Nú skuldi fimta settið avgera tað heila, og har gekk javnt á ta fyrstu løtuna, upp til 4-4, men so fekk BK Tromsø vunnið seg eitt sindur framum og megnaði at halda fast, hóast tað onkra løtu stóð nógv á, tí Førde VBK mundi komið afturíaftur.
– Fyri mítt viðkomandi er hesin steypasigurin so heilt avgjørt hæddarpunktið higartil, síðani eg flutti yvir til Norra og fór at spæla flogbólt við BK Tromsø, sigur Bjarni, sum hóast síni bara 21 ár telist millum royndastu menninar á liðnum – eitt nú við sínum drúgvu steyparoyndum við ÍF.
– Vit høvdu ikki roknað við at enda í steypafinaluni og enntá vinna hana, áðrenn kappingarárið byrjaði, tí vit hava satsað uppá kanska at fáa eitt triðja pláss í landskappingini, so hetta var bara ein bonus hjá okkum at fáa.
Ráð frá Rúna
Sum sagt, hevur Bjarni Larsen drúgvar royndir sum spælari hjá ÍF, hóast sín unga aldur, og hartil hevur hann eisini seinnu árini verið fastur maður á flogbóltslandsliðnum, so einki er at siga til, at flogbólturin fyllir nógv í lívi hansara.
Tá hann nú skuldi til Norra at lesa fiskivinnu- og havbrúksvísindi, sum gera hann til fiskivinnukandidat, tá hann er liðugur við bachelor, var eisini sera nærliggjandi at venda sær til onkran í nærumhvørvinum, ið kundi vera hollur í ráðum.
– Ja, har var nokk so upplagt, at eg spurdi Rúna Weihe, sum sjálvur hevur tikið somu útbúgving í Tromsø og tá spældi og vann nógv við flogbóltsfelagnum her yviri, greiðir Bjarni frá.
– Hann hevur alla tíðina eggjað mær til at fara til BK Tromsø, tí tað er eitt gott felag, sum hann helt hóska til mín, og eg kann ikki siga annað, enn at eg havi stórtrivist her í allar mátar. Bæði tá vit tosa um skúlan, flogbóltin og bara tað at vera í Tromsø.
Samstundis ásannar Bjarni, at tað verður ikki verri av, at hesin heldur óvæntaði steypasigurin nú er fingin til høldar, samstundis sum BK Tromsø er við í einum bólki av fimm liðum, sum eru tey fremstu í norsku landskappingini, ið hetta kappingarárið hevur verið rættiliga jøvn.
Nógv venjing
Sjálvur hevur Bjarni bara verið hetta síðsta hálva árið í norskum flogbólti, men longu nú heldur hann seg tora at siga, at her kundu saktans fleiri føroyskir spælarar roynt seg, um teir løgdu í.
– Spælið er á nakað væl hægri stigi enn í Føroyum, og bæði servutrýst, blokkur, álop og alt er nógv meira strukturerað. Spælararnir eru eisini hægri, og her ræður um at spæla taktiskt, skalt tú standa teg, sigur hann.
– Meðan vit í Føroyum ofta bumba til, so ert tú her noyddur at vera eitt sindur klókari og spæla skilagott, tí tað hevur nógv meira at siga, at tú spælir taktiskt, heldur enn bara at spæla við vøddunum. Tað er so ein stórur munur á norskum og føroyskum flogbólti.
Ein annar munur er so eisini, at tann, ið ætlar sær at gera seg galdandi í norskum flogbólti, eisini skal vera til reiðar at seta nógva tíð av til venjing, tí Bjarni og teir venja tvær ferðir um dagin.
– Tveir dagar um vikuna venja vit millum klokkan sjey og átta um morgunin, og hinar morgnarnar skulu vit sjálvir venja styrki og annað. Harumframt er so venjing seinnapartin ella um kvøldið aftrat, so tað skal eitt sindur til, sigur Bjarni Larsen.
– Í mun til tríggjar ella fýra venjingar, sum eg eri vanur til í Føroyum, er hetta nakað heilt annað. Men hetta er tað, eg vil og sum mær dámar, so tað passar mær fínt.