Bjarni ætlar sær at vinna á heimavølli (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Bjarna Nielsen sum skal kappast í sterkamanna-kappingini klokkan 19 í kvøld

Klokkan 19 í kvøld byrjar kappingin sum ræðuliga nógv gleða seg til á Burn Showdown tiltakinum í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Tá fara sterkir menn úr ymiskum londum at kappast, og teirra millum verður Bjarni Nielsen sum fyri stuttum gjørdist nummar tvey í DM-kappingini.

 

Bjarni Nielsen er við gott mót, og hann slær fast, at hann ætlar at gagnnýta heimavøllin og tann ótrúliga stuðulin sum hann fær frá heimafjøldini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Bjarna Nielsen í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.