Lesarar hjá donsku avísini BT hava valt, at 35 ára gamli Bjarni Jøkladal skal sleppa at royna seg framman fyri dómarunum í donsku sangkappingini X-Factor.
Seinastu tíðina hava fólk havt møguleika at senda inn videobrot til BT, har tey framføra eitt lag eftir egnum vali og harvið vera við í kappingini um at sleppa undan X-Factor køini og ístaðin koma beinleiðis inn til beinhørðu X-Factor dómararnar. Í ár eru teir tríggir dómararnir Thomas Blachman, Anne Linnet og Ida Corr.
Tríggjar tær bestu sangstjørnurnar yvir 25 ár og tríggjar tær bestu undir 25 blivu fyrst útvaldar, og síðani hava lesarar hjá BT atkvøtt um, hvør av teimum útvaldu hevur uppiborið at standa framman fyri dómarunum.
Lesarunum dámdi videobrotið, har Bjarni Jøkladal syngur "The Way You Make Me Feel", so mikið væl, at hann gjørdist vinnarin í kategoriini Yvir 25. Á heimasíðuni hjá BT stendur at lesa um havnarmannin, at hann umframt at lesa á CBS eisini fæst við at skriva og spæla tónleik. Bjarni Jøkladal sigur við BT, at hann enn ikki hevur avgjørt, um hann fer at syngja eitt av sínum egnu løgum, tá hann fer at standa á X-Factor pallinum framman fyri Blachman, Anne Linnet og Ida Corr.
- Eg havi ikki avgjørt, hvat eg fari at syngja. Møguliga syngi eg egið tilfar, men eg rokni við, at tað verður okkurt, sum fólk kenna. Hinvegin kann tað vera, at dómarunum dámar at hoyra okkurt nýtt, sigur Bjarni Jøkladal.