Mattrot í skógunum noyðir støðugt fleiri bjarnir inn í japanska býin Shari, har tær leita eftir onkrum til matna. Tað skrivar norska blaðið VG. Men ein svong bjørn er eingin gestur at fáa, og síðani í apríl hava bjarnirnar dripið minst fýra fólk, og 80 onnur hava fingið skaða, tá bjarnir hava lopið á tey.
Á myndini er ein kvennbjørn komin til ein skúla í Shari við unga sínum at leita eftir mati. Tær gjørdu tó ongan skaða, tí veiðimenn skutu tær, áðrenn tær sluppu fram at skúlanum.
Býurin Shari er á oynni Hokkaido.