Bjartalíð: AB gjørdi tað strævið fyri okkum (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 2-0 á AB á heimavølli, og hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð seta orð á tað

 

 

 

##med2##

Verandi FM-vinnarar, KÍ eru trý stig frá oddinum aftaná 2-0 sigurin á heimavølli móti AB. Tá bert tríggir minuttir vóru leiktir hevði Jonn Johannesen lagt KÍ á odda 1-0, og áðrenn hálvtíman hevði Boris Dosljak økt til 2-0. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum hjá KÍ. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð. Liðskiparin hjá KÍ heldur, at AB gjørdi tað strævið hjá KÍ. Á plusssíðuni kom KÍ á odda sera tíðliga í dystinum, men Jóannes Bjartalíð er bangin fyri, at júst hetta fekk KÍ at taka sær heldur ov nógv av løttum. Jóannes Bjartalíð heldur ikki, at KÍ spældi upp til sítt besta í dag. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Poulsen hjá AB. 

(KÍ-AB 2-0 (2-0) - Hoyr málini, og samrøðu við liðskiparan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð)