Ígjár syrgdi Jóannes Bjartalíð fyri, at Fredrikstad vann seg víðari í norsku steypakappingini, tá hann væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið til 1-0 móti Ørn-Horten.
Mikukvøldið 7. juni bíðar ein stór uppgáva hjá venjaranum, Mikkjali Thomassen, Jóannesi og Brandi H. Olsen á heimavølli í steypakappingini.
Tá kemur toppliðið, Viking Stavanger á vitjan í Fredrikstad. Viking er í løtuni fjórðfremst í bestu deildini.
Mennirnir hjá Mikkjali hava verið sera stinnir at halda málið reint í fleiri dystum, og so er spurningurin um tað fer eydnast ímóti Viking eisini.
##med2##