Bjartalíð skoraði sigursmálið í yvirtíðini

Fredrikstad vann seg víðari í norsku steypakappingini í kvøld

Jóannes Bjartalíð gjørdist stóra hetjan hjá Fredrikstad í kvøld, tá teir vunnu seg víðari í norsku steypakappingini.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Jóannes Bjartalíð sigursmálið til 1-0.

 

Fredrikstad spældi á útivølli móti Ørn-Horten, ið spælir í triðbestu deildini. Takkað verið Jóannesi slapp Fredrikstad undan longdu leiktíðini, og vann seg víðari í steypakappingini.

 

Jóannes hevur lagt upp til mál hjá Fredrikstad, men hetta er fyrsta málið Jóannes hevur skorað í einum almennum dysti fyri Fredrikstad.