Bjartskygdir útróðrarmenn

Nú veiðan hjá útróðrarmonnum er batnað, er størri bjartskygni eisini farið at vísa seg millum útróðrarmenn

Fiskivinna

Nakrir útróðrarbátar landaðu á Toftum í mánakvøldið, og tá líkindi eru, eru menn aftur farnir at loysa bátarnar við betri huga enn áður.
Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøðini á Toftum veit at siga, at bátarnir nú javnan liggja úr 100 pundum og upp ímóti 200 pundum á línuna.
Hann sigur, at bjartskygni aftur er farið at síggjast millum útróðrarmenn, nú fiskiskapurin er batnaður.
- Tað er ikki so langt síðan, at menn bara skundaðu sær til hús eftir loknan útróðrardag, tí veiðan var einki at tosa um. Teir høvdu líkasum ikki hug at tosa um dagin, tí her var einki at tosa um. Nú skunda menn sær heim at sova fyri at sleppa avstað aftur næsta dag.
Harry Benjaminsen sigur, at útróðrarmenn, sum selja veiðina um Fiskamarknaðin á Toftum, eru nógv bjartskygdari, enn teir hava verið leingi.
Fleiri línuskip hava annars boðað frá landing á Toftum fríggjadagin og sum skilst, hava skipini havt hampiligan fiskiskap.
Harry Benjaminsen sigur, at línuskipini Kambur og Eystnes, ið eru millum skipini, sum koma inn at landa fríggjadagin, væntandi fara at hava eini 100.000 pund í part.