Bjartskygdir um ABC

Klokkan 11 í morgun settust Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin við samráðingarborðið við teirri ætlan, at skipa eina nýggja samgongu

- Vit fara til samráðingar við púra blonkum pappíri.

Tað eru teir tríggir floksleiðararnir samdir um, nú ein roynd verður gjørd at endurskipa ABC-samgonguna, sum var undan CHE-royndini, ið nú er søga.

Á tingfundinum í morgun vóru øll málini, sum stóðu á skránni, tikin aftur.

John Johannesen bað um at fáa málið um at velja tingnevndirnar av nýggjum tikið av skránni, men Kári á Rógvi bað um, at viðgerðin fór fram sum ætlað. Atkvøtt var um málið, 22 atkvøddu ímóti at málið helt fram, meðan sjey atkvøddu fyri.

Talan gjørdist tískil um stuttan tingfund, og tá hann var lokin, fóru flokkarnir hvør til sín við avtalu um at teir tríggir flokkarnir hittast klokkan 11 til samráðingar um eina samgongu.

Flokkarnir hava hvør sær síni ynskir, men eingin vil siga, hvørji ítøkiligu krøvini eru. Heldur ikki, tá tað kemur til sjálvan løgmanssessin.

- Eg gjørdi tað greitt á tíðindafundinum í gjár, at eg setti løgmanssessin upp á spæl, og tá vit byrja við blonkum pappíri merkir tað, at einki framman undan er avgjørt, heldur ikki um løgmanssessin, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Gera skjótt av

Løgmaður væntar skjótar samráðingar.

- Hetta eru fólk, sum kenna hvønn annan, og tí skuldi tað helst ikki tikið so langa tíð at funni fram til eina loysn. Eg havi vanliga megnað at fingið samráðingarnar skjótt frá hondunum, har eg havi leitt tær. Vit hava týsdag í dag, og tað vil siga, at vit hava nærum eina heila viku fram til vikuskiftið. Vónandi verða vit komin á mál tá, sigur Jóannes Eidesgaard.

Spurningurin verður so, hvussu telvingin við býtinum av málsøkjum fer at spæla av. Tað er neyvan sannlíkt, at Javnaðarflokkurin kann varðveita síni trý landsstýrisfólk, tí skal býtið verða í mun til tingfólkatalið hjá flokkunum, skulu Sambandið og Fólkaflokkurin hava minst fýra landsstýrisfólk í part. Og so nógv ráð eru stutt sagt ikki til.

Tí er mest sannlíkt, at Javnaðarflokkurin fær tvey fólk í landsstýrið, meðan hinir báðir flokkarnir fáa trý í part.

Hvussu málsøkini so verða býtt, kann bert gitast um, men tað er rættiliga sannlíkt, at Javnaðarflokkurin fegin vil varðveita Hans Paula Strøm í Almanna- og heilsumálaráðnum.

 

Fólkaflokkurin fiskivinnumál

Seinastu mongu árini hevur Fólkaflokkurin umsitið fiskivinnumál, tá hann hevur verið í samgongu. Og tað kundi verið líkt til, at hann fer at dyrgja eftir hesum málsøki eisini hesaferð.

- Vit eru jú ein vinnuflokkur, so tað skuldi náttúrliga ligið til okkum, at ynskt fiskimálaráðharran. Men tað er sjálvandi einki avgjørt framman undan, sigur Jørgen Niclasen.

Ein annar spurningur er so, hvør fær fíggjarmál at umsita. Sambandsflokkurin umsat hetta málsøki í seinastu ABC-samgongu, og tað er avgjørt ein møguleiki fyri, at hann fær hendan sessin eisini hesaferð – sjálvandi við tí fyrivarni, at samgongan gerst veruleiki.

Fær Sambandið fíggjarmál, er Magni Laksafoss eitt upplagt boð um nýggjan fíggjarmálaráðharra.

Fáa borgarligu flokkarnir nóg nógv í sín part kann tað væl enda við, at Jóannes Eidesgaard verður sitandi sum løgmaður. Hinvegin er spurningurin, um Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin góðtaka, at Javnaðarflokkurin við kanska bert fimm tinglimum, fær løgmanssessin.

 

Breiðari grundarlag

Undir øllum umstøðum hevur ein ABC-samgonga munandi breiðari grundarlag, enn CHE-samgongan hevði. Og tað skuldi kunna skapt arbeiðsfrið.

Heilt fram til endan á seinastu ABC-samgongu var stevið millum flokkarnar gott, og við tí í huga kundi einari líknandi samgongu verið lív lagað.

Floksleiðararnir eru í hvussu er bjartskygdir um eina nýggja samgongu, og tá vikan fer at líða man verða komið nærri einari avgerð, antin ABC verður egg ella ungi.