-Eg eri sera bjartskygdur um næsta brunnin, sum fer at verða boraður við Føroyar, og eg vóni, at boringin fer at enda við, at tit gera eitt lønandi oljufund. Tað er tó ein spurningur, um eitt oljufund har verður nóg stórt, men tað er eisini ein spurningur um kostnað. Í løtuni eru boripallar so dýrir orsakað av tí høga oljuprísinum, at nærum eingin hevur ráð til at brúka teir. Kunnu vit minka um leitiútreiðslurnar, so nýtist eitt fund kanska ikki at vera so stórt fyri, at tað kann gerast lønandi.
Richard Hardmenn sigur víðari, at eitt oljufund við Føroyar má vera upp til 200 milliónir tunnur stórt fyri at verða lønandi. Hann heldur, at sannlíkindini fyri at gera eitt fund eru 1 til 3 og til at gera eitt lønandi fund 1 út av 10.
Richard Hardmann vísir á, at orsøkin til at júst Anne Marie prospektið er so áhugavert er tann, at jarðfrøðiligu viðurskiftini og fortreytirnar fyri at kunna goyma olju sýnast at vera til steðar har.
Hann vísir á, at í eitt nú Marjunbrunninum, sum hann sjálvur var við til at bora, vóru ikki allar fortreytirnar til steðar, hóast olja varð funnin. Richard Hardmann fer tó so langt, sum at gita, at Anne Marie økið, sum verður borað í næsta ár, kann verða líkt stóru oljukelduni bretsku megin markið, Schiehallion.
Umframt Richard Hardmann røddi eisini Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur á Oljutinginum um oljuprís og støðu Føroya í orkuhøpi.
Magni góður í bretskari stjórn
Rás2/Sosialurin spurdi Richard Hardmann, hvørji ráð hann hevur til hin fyrilestrarhaldaran og politikaran á Oljutinginum, Magna Laksáfoss, um so er, at hann verður partur av eini komandi samgongu?
-Honum nýtist ikki góð ráð. Hann hevur fatur í tí rætta endanum, tá hann tosar um orku og olju. Eg kann bara taka undir við øllum tí, sum hann hevur sagt frá á Oljutinginum. Eg haldi, at Føroyar eru sera hepnar at hava ein persón sum Magna Laksáfoss, tí hann veit, hvat hann tosar um. Eg taki fult undir við honum. Tað hevði glett meg, um ein persónur sum Magni varð í bretsku stjórnini.
Niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss á Oljutinginum var, at vit føroyingar skjótast eiga at gera okkum minni bundnar at oljuni og útbyggja alternativar orkukeldur.