Bjartskygni at hóma í Runavík

Hósdagin 26. november 1998, samtykti Runavíkar Býráð fíggjarætlanina fyri 1999. Milum annað er peningur avsettur til eitt starv afturat á teknisku deild komununar og eitt nýtt rakstrarstað er, ið nevnist Mentanar- og Ungdómsstuðul.

Eitt ávíst bjartskygni tykist at vera at hóma, hyggur ein at fíggjarlógini fyri 1999, sum Runavíkar Býráð samtykti á fundi 26. november.

Ein ávísur vøkstur er bæði í rakstrar- og íløguútreiðslunum, í mun til tilsvarandi útreiðslur í 1998.

Í viðmerkingunum verður sagt, at vegna fíggjarligu umstøðurnar seinastu árini, hevur ikki verið møguligt at avseta tann pening, sum er neyðugur til ymisku økini, men við tí inntøkuvøkstri, sum nú tykist at vera, hevur býráðið hildið verið ráðiligt at avseta meira pening til viðlíkahald av kommunalum ognum, so sum skúlabygningum, vegum og havnaløgum.


Nýggj øki

Rakstrarætlanin hjá kommununi, ið annars er sett upp sum vanligt, hevur komandi ár fingið eitt nýtt rakstrarstað undir heitinum Mentanar- og ungdómsstuðul.

Til endamálið eru settar av 75.000 kr., sum vera nýttar eftir nærri reglum, ásettar av býráðnum.

Vegna økta virksemið hevur býráðið eisini hildið vera ráðiligt at avseta pening til eitt starv afturat á teknisku deild. Miðað verður ímóti at starvið verður sett sum skjótast í nýggja árinum.

Vøkstur er í íløgunum. Farnu árini hava møguleikar ikki verið at gjørt munandi íløgur, men nú ætlar býráðið at gera meira á hesum øki.

Av íløgum, sum ætlanin er at fremja komandi ár, kunnu nevnast:

1. Nýggi vegurin til havnalagið á Glyvrum, 1.0 mió. kr.

2. Umlegging av Glyvravegi (við missiónsh.), 1.0 mió. kr.

3. Víðkan av havnalagnum, 2.0 mió. kr.

4. Høvuðsumvæling av Glyvra Skúla, 2.0 mió. kr.

5. Framhald av Vegnum á Líknagøtu, 0.6 mió. kr.

6. Umlegging av Leitisbrekku, 0.3 mió. kr.

7. Asfaltering av høvuðsvegnum, 1.0 mió. kr.

8. Ymsar smærri íløgur, 1.5 mió. kr.


Vøkstur

Skattaprosentið í Runavíkar Kommunu varð á fundinum sett til 20%, barnafrádrátturin verður kr. 1.500,- og kirkjuskattaprosentið 0.55%.

Roknað verður við eini skattskylugari inntøku uppá 227,5 mió. kr.. ímóti 206 í 1998. Sostatt ein vøkstur uppá 10,4%.

Hóast henda vøkstur, so liggur metan býráðsins 5% lægri, enn metanin hjá Toll- og Skattstovu Føroya, ið roknar við skattskyldugari inntøku uppá 239 mió. kr.

Við einum avlopi uppá kr. 440.000,- javnvigar fíggjarætlanin við kr. 49,9 mió., ímóti kr. 42.- mió. í 1998.

Til rentur og avdráttir eru avsettar 12 mió. kr. Herav 3,8 mió. kr. til rentur og 8,2 mió .kr. til avdráttir. Herav 6 mió. kr. til eykaavdráttir.