Bjóða føroyingum eitt upplivilsi fyri lívið

Ævintýrhugaðir føroyingar kunnu nú fáa eitt upplivilsi, teir neyvan høvdu droymt um

Hevur tú altíð havt ein lítlan ævintýrara í búkinum?

Nú er so møguleikin at sleppa eina ævintýraferð, sum tað bara eru ógvuliga fá sum sleppa.

Heimskendi havrógvarin, Livar Nysted í Hvannasundi, bjóða nú seks vanligum føroyingum ein túr í árabáti ímillum Føroyar og Skotland.

 

Teir seks føroyingarnir verða undir kønari leiðslu á ferðini, tí Livar Nysted verður sjálvur við, saman við Leven Brown, sum hevur verið skipari á fleiri av ævintýraferðunum hjá Livari um heimsins høv.

Tað er pláss fyri átta fólkum í bátinum, so vit ætla at hava seks fólk afturat okkum, sigur Livar Nysted.

- Hetta er ein ferð, Levin Brown og eg skipa fyri til stuttleika og fyri at geva vanligum føroyinum eitt upplivilsi, sum er ógvuliga fáum beskorið, sigur hann.

 

Tað er ikki heilt greitt, nær ferðin verður, men væntandi í juli mánaða. Tá ið ætlanin er at fara til Skotlands og at rógva úr Thurso í Norðurskotlandi til Føroya

Ferðin varar upp ímóti eini viku, alt eftir veðri og vindi.

 

Er áhugin stórur er ætlanin at fáa seks aðrar mans at rógva bátin niður aftur til Skotlands.

Livar Nysted sigur, at tað kostar 3.000 ensk pund, ella slakar 30.000 krónur at sleppa við.

 

Hann heldur ikki, at hetta er avleið fyri eina ævintýraferð sum hesa, serglia tá ið hugsað verður um, hvat føroyingar annars rinda fyri at sleppa at klintra í fjøllum ella rinda fyri aðrar.

- Hetta verður eitt upplivilsi sum ógvuliga fá fáa og vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar, sigur hann.

Talan er bæði um føroyingar í Føroyum og føroyingar uttanlands, men enn er eingin avgerð tikin um, hvør skal við.

Livar Nysted sigur, at fyri at gera eina slíka ferð, er neyðugt at vera hampiliga væl fyri, men tað er als ikki neyðugt at vera nakar supermaður.

- Tað, sum hevur allar størsta týdningin er at hava góða sjónátúr og at hava neyðuga sálarligu styrkina til.

 

Vit vilja heldur hava ein mann við minni vøddum og betri sjónátúr og betri sálarligari javnvág, enn øvugt, sigur Livar Nysted.

 

Báturin, sum skal brúkast til endamálið, er Avalon, sum er 45 føtur, so hann er hampiliga stórur. Hann er nýggjur og úr koltræðrum, so hartil er hann lættur at rógva.

Báturin er søguligur, tí hann førdi eina manning trygt um Atlantshav í fjør og tað var eisini við hesum bátinum at, at met er sett í at rógva um Indiahav.