Bjóða nú til kapping um lestrarbýling í Havn

Ætlanin er at arbeiða í stigum, so tað er ringt at siga, nær alt verður liðugt

Hetta verður alt ein partur av nýggja setursøkinum

Seinni í ár fer Mentamálaráðið at bjóða arkitektum at kappast um at gera ein lestrarbýling á Frælsinum og á økinum har um vegir, har Fróðskaparsetrið er. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur spurt hann, hvussu gongur við ætlanini at gera ein lestrarbýling á Frælsinum og rundan um Fróðskaparsetrið.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tey eru farin undir at fyrireika eina arkitektakapping fyri ein lestrarbýling. Hetta arbeiðið tekur støðið í eini ætlan, sum varð gjørd fyri fýra árum síðani. Arkitektakappingin er um ein høvuðsbygning, sum skal verða miðsavnandi fyri alt Fróðskaparsetrið, og um, hvussu alt økið endaliga skal skipast.

 

Á Løgtingsfíggjarlógini 2022 eru 5 mió. settar av til hetta arbeiði, men landsstýrismaðurin sigur, at tað er ringt at siga, nær seturssøkið verður heilt liðugt, tí  ætlanin er at byggja tað í stigum. Fyrsta stig í hesum sambandi er at yvirtaka venjingarskúlan frá Tórshavnar Kommunu, og at gera hann í stand, so at fleiri partar av Fróðskaparsetri Føroya kunnu húsast í sama bygningi. Síðani verður farið undir at byggja, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hetta verður alt ein partur av nýggja setursøkinum