Bjóða sær til at keypa Magn - fyri eina krónu

Tey hava eisini einga greiða ætlan, hvat Magn skal brúkast til

Oljufelagið, Magn, er ikki vert meiri enn eina krónu. Tað halda tey í felagsskapinum, Veðurlagslóg Nú. Og nú Magn er til sølu, hava tey nettupp bjóða eina krónu upp á oljufelagið.

 

– Føroyar hava tikið undir við paríssáttmálanum sum staðfestir, at hitin á Jørðini skal í mesta lagi  hækka tvey hitastig, og helst skal hækkingin vera undir 1,5 hitastig. Fyri at røkka hesum, mugu vit gevast at bjálva jørðina, siga tey í Veðurlagslóg Nú. Tað merkir, at vit mugu gevast at lata vakstrarhúsgass upp í luftina frá olju, gassi og koli. Oljuframleiðslan má niðurlagast, áðrenn oljan er uppi, tí tá er ov seint og so vendst ikki aftur, siga tey.

 

– Oljuvinnan hevur onga framtíð. Hon er ikki kappingarfør við varandi orkukeldur, hvørki tá ið talan er um prís, sjálvbjargni, heilsu ella umhvørvi. Oljuvinnan er drívmegin í teimum veðurlagsbroytingum vit merkja í dag, siga tey.

 

Tey siga, at oljuvinnan hevur vitað av hesum í mong áratíggju, men hon hevur einki gjørt fyri at basa veðurlagskreppuni. Tvørturímóti hevur oljuvinnan sáað iva um veðurlagsvísindini við lygnum um bæði veðurlagskeppuna og neyðugu loysnirnar, ið longu eru tøkar. 

 

– Eftirsum Magn eftir øllum at døma ikki hevur viðurkent hendan veruleikan, men framvegis roynir at drýggja oljuøldina, meta vit á einum framskygdum grundarlagi ikki, at felagið er vert meiri enn eina krónu, siga tey í Veðurlagslóg Nú.

 

Tey siga, at fáa tey Magn fara tey at leggja alla orku í orkuskiftið. Í tann mun olja verður neyðug framyvir, skal hon brúkast til at útbýggja ta varandi orkutøknina ið skal avloysa olju, gass og kol. Men endamálið er, at oljusølan skal fara niður í einki og tað sum skjótast. Eitt nú skulu løðistøðir setast upp og íløgur gerast í brint- og ammoniakktøkni, sum í alt størri mun verða brúkt sum orka í skipum og í vinnuvirksemi.

 

Og fáa tey fatur á Magn, fara tey at mæla frá oljuleitingum í føroysku undirgrundini. Ongar íløgur skulu spillast uppá oljuleitingar og tey fara at heita á onnur oljufeløg um at niðurlaga núverandi oljuframleiðslur á skipaðan hátt.