Eitt mál, tað kundi verið hóskandi at hildið fólkaatkvøðu um, er spurningurin um samkynt hjúnalag.
Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins.
Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta stýrisskipanina. Ein av hesum broytingunum at tað skal bera til at hava fleiri fólkaatkvøður í Føroyum um ymisk mál
Eftir uppskotinum skal ein triðingur av løgtingslimunum kunna krevja, at fólkaatkvøða skal vera um eina lóg, løgtingið hevur samtykt. Tað merkir, at 11 tinglimir kunnu krevja, at ein lóg verður lagt fyri fólkið at taka støðu til.
Og er valluttøkan minst 50 prosent, og er helvtin av avtkvøðunum ímóti lógini, skal hon fella burtur.
Hetta er ein mál, Javnaðarflokkurin ikki er heilt ósamdur í .
Aksel V. Johannesen sigur, at tað kann henda, at løgtingið samtykkir nøkur mál, sum eru rættiliga umstrídd og sum vit vita, at rættiliga stórur partur av fólkinum er ímóti.
Hann heldur, at í ávísum førum kann tað vera rætt at leggja eitt mál til fólkaatkvøðu
- Er talan um eitt týdningarmikið mál, hví so ikki spyrja fólki, heldur hann.
Hann heldur, at spurningurin um samkynt hjúnalag er eitt mál, har bæði løgtingið og fólkið er so tvíbýtt, at tað kundi verið eitt mál, sum kundi farið til fólkaatkvøðu.
Hinvegin heldur hann, at hetta eigur ikki at vera misbrúkt, tí í fólk fara ikki at tíma at fara á fólkaatkvøðu í tíð og úrtíð.
- Spurningurin er um vit eru nóg búgvin til at hava eina slíka skipan, sigur hann.
Men tað stúrir Aksel V. Johannesen ikki fyri. Hann vísir á, at í Danmark hava tey havt hendan møguleikan, men har eru fáar fólkaatkvøður.
Ein vandi kann vera, at tveir flokkar, sum telja tilsamans 11 tinglimir, kasta saman og fara at krevja alt møguligt til fólkaatkvøðu. Men slíkir flokkur skulu neyvan vænta sær nakað gott úrslit, tá ið val verður aftur, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Tí væntar hann, at verður hetta samtykt, verður tað nakað, løgtingsfólk fara at umsita við skili.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at skuldi tað hent, at løgtingið samtykti, at samkynt hjúnalag skal verða loyvt, hevði hon ikki staðið aftaliga í royndini at fingið tað til fólkaatkvøðu.