- Tað er at fegnast um, at útlendingar vilja hinumegin knøttin at búseta seg í Klaksvík.
Tað sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, børn og ung, hjá Klaksvíkar Býráð.
Men vit skulu eisini fáa teir at føla seg vælkomnar her, leggur hann afturat. Tí ætlar Klaksvíkar býráð sær nú undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at fáa útlendingar at føla seg vælkomnar til Klaksvíkar og fyri at samansjóða teir í føroyska samfelagið.
Jóhann Lützen sigur, at tey eru ikki komin so langt við fyrireikingunum, men tey hava sett hol á málið og vónin er at seta pening av til endamálið á næstu fíggjarlóg, so at tey sleppa undir virksemið næsta ár.
Formaðurin í Trivnaðarnevndini, børn og ung, sigur, at støðan er tann, at fleiri og fleiri útlendingar flyta til Klaksvíkar, eisini úr heilt fjarskotnum londum, har tey hava eitt heilt annað mál, og eina heilt aðra mentan, enn vit hava.
- Í Býráðnum halda vit, at vit eiga at fara undir eitt miðvíst átak at samansjóða hesi fólkini í føroyska samfelagið, so at tey verða ein nátúrligur partur av tí, sigur hann.
Hann sigur, at sum støðan er nú, hevur føroyska samfelagið lítið og einki at bjóða hesum fólkum, sum kann hjálpa teimum at verða ein samansjóðaður partur av samfelagnum.
- Tað einasta, almennu Føroyar hava at bjóða teimum, er undirvísing í 20 tímar í føroyskum, men tað munar ikki nógv, sigur Jóann Lützen.
Hann sigur, at fleiri útlendingar í Klaksvík eru á hesum skeiðum í føroyskum í kvøldskúlanum.
Men hann veit eisini frá lærarunum, at umframt at undirvísa, mugu teir eisini hálvavegna virka sum sosialráðgevarar hjá hesum fólkum, tí tey eru komin til eitt púra fremmant land og liggja innibrend við einum ótali av ósvaraðum spurningum um alt ímillum himmal og jørð.
- Hesi fremmandafólkini, sum í nógv størstan mun eru kvinnur, fáa gott álit á undirvísarunum og biðja teir eisini um hjálp til alt møguligt, eitt nú at fylla oyðibløð út o.s.fr.
Jóhann Lützen sigur, at eftir hansara tykki eigur kommunan at hava ein fastan politikk á økinum, og eitt, sum liggur í luftini, er at bøta um undirvísingina, so at hesi fólkini fáa meiri enn teir neyðarsligu 20 tímarnar í føroyskum, sum kommunan hevur at bjóða.
Tað hevði eisini verið upp á sítt pláss at kunna tey um føroyska mentan og samfelagsviðurskifti og um, hvørji rættindi og skyldur tey hava sum borgarar í Føroyum.
Men býráðið hevur eisini samband við ein tilflytara, sum tey umhugsa at knýta at býráðnum við tí endamáli at standa fyri arbeiðnum at samansjóða útlendingar í føroyska samfelagið.
Hann hevur gott samband við útlendingar í Klaksvík og úteftir kundi hann verið andlitið hjá kommununi í integratiónsmálum, og verið sambindingarliðið ímillum útlendsku borgararnar og Klaksvíkar Kommunu, sigur Jógvan Lützen.
Hann sigur, at ein tanki, tey hava spælt sær við, er at hava ein útlendingabás á Norðoyastevnu. Har kunnu útlendingar fáa høvi at vísa ymiskt fram, sum er sermerkt fyri teirra land, og kanska eisini bjóða fólki mat, sum tey eru von við heimanífrá.
|