Í Runavíkar kommunu, sum eisini fevnir um Skála, bjóða tey nú út tvey grundstykkir til íbúðarbygging á Skála.
Talan er um grundstykkir, sum liggja vestanfyri dagtilhaldið á Skála, og tað er www.ogn.fo, sum stendur fyri søluni vegna kommununa.
Tað eru tvey matr. nr., sum kommunan bjóðar út, matr. nr. 300 m og matr. nr. 335 b, og hesi síggjast mitt í myndini omanfyri.
Hesi grundstykkir eru ávikavist 8.288 fermetrar og 1.995 fermetrar til støddar.
Samlað er hetta eitt grundøki á tilsamans 10.283 fermetrar, sum Runavikar kommuna nú vil selja til íbúðarbygging á Skála.