Bjørg Jacobsen er ársins álitisfólk á teimum almennu arbeiðsplássunum.
Tað er Starvsmannafelagið, sum velur ársins álitisfólk á teimum arbeiðsplássum, felagið varar av, og hesa ferð var tað Bjørg Jacobsen á Føroya Tele, sum varð vald til ársins álitisfólk, og hon fekk heiðurin á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin.
Bjørg Jacobsen er samskipari á marknaðar- og framleiðslusdeildini á Føroya Tele og tað er nevndin í Starvsmannafelagnum, sum velur ársins álitisfólk.
Í grundgeving síni fyri at velja Bjørg Jacobsen til ársins álitisfólk, sigur nevndin, at hon hevur røkt sítt starv sum álitisfólk bæði samvitskufult og ábyrgdarfult, og hon hevur talað søk starvsfólkanna.
- Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini, sigur nevndin í Starvsmannafelagnum.