Fyrrapartin var hátíðarløta í Posthúskjallaranum. Hetta tí Bjørg Mohr hevur verið í starvi hjá Tórshavnar Kommunu í samfull 40 ár.
Í hesum sambandi helt borgarstjórin, Heðin Mortensen, røðu. Hann segði millum annað soleiðis:
– Bjørg hevur alt sítt arbeiðslív starvast hjá Tórshavnar Kommunu. Og tað sigur ikki einki. Tú vart 17 ár, tá tú byrjaði sum ørindagenta í 1981. Og ørindagenturnar runnu alla havnina runt. Í øllum veðri. Onkuntíð skuldu tær renna niðan til SEV við rokningum; Sev var uppi á Hálsi tá. Og oftani skuldu tær eisini út á Skipafelagið at avgreiða toll.
– Fólk eru komin og farin hjá Tórshavnar Kommunu, men eftir 40 ár, ert tú her enn, Bjørg. Og tíbetur fyri okkum. Tí betri starvsfelaga skal man leita leingi eftir. Tú ert blíð og trúgv, røsk, hjálpsom og skemtilig.
(Mynd/kelda: Torshavn.fo)