Tað er ikki av tilvild, at tað eru hesir báðir persónar, sum í felag leggja fram hetta uppskot, sum ikki bert er ein hóttan móti fakfelagsstættini, men eisini er ein óhugnalig roynd at traðka niður nakrar av teimum mest týðandi táttunum í tí rættartrygd, sum vit meta sum eina sjálvfylgju í einum demorkatiskum samfelag.
Uppskotsstillararnir, og serliga løgfrøðingurin Bjørn á Heygum, sum átti at havt skil fyri vanligum grundleggjandi demorkatiskum rættindum, hava roynt at bilt fólki inn, at í Føroyum valdar fullkomin ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum, og at ein arbeisrættur skal fáa skil á hesm viðurskiftum aftur.
Føroya fólk og ikki minst føroyski veljarin eigur tó at vita, at Bjørn á Heygum sigur ósatt, tá hann í fjølmiðlunum tykist at leggja føroysku fakfelagsrørsluna undir ikki at virða galdandi sáttmálar og siðvenjur.
Tey, sum hava minsta skil á fakfelagsviðurskiftum, vita, at í grannalondum okkara, og ikki minst á evropeiska meginlandinum, eru nógv fleiri og meira álvar-som tiltøk (t.d. verkfall, fysiskar blokadur o.a.) á arbeiðsmarknaðinum, enn vit hava í Føroyum.
Tað er tí einki annað enn valagn, tá Bjørn á Heygum við ræðusøgum sínum roynir at billa Føroya fólki inn, at føroysku fakfeløgini og føroyski løntakarin hava skapt ruðuleika á arbeiðsmarknaðinum.
Lógaruppskotið hjá
Bjørn á Heygum,
løgfrøðingi
Sum kunnugt er rættarskipan okkara heft at tí donsku, og dómstólarnir eru ikki tí føroyskt sermál.
Tað fyrsta sum ein løgfrøðingur tí átti at kannað var um Løgtingið hevur heimild at lóggeva um ein slíkan »spesialdómstól«, sum arbeiðsrætturin er.
Tá vit ikki hava yvirtikið rættarskipanina, er ivasamt um Løgtingið hevur lóggávuheimild á hesum øki.
Uppskotsstillararnir, har Bjørn á Heygum, løgfrøðingur er annar, nevna ikki við einum orði spurningin um hvørt Løgtingið hevur lóggávuheimildina, og tað má tykjast sera løgið, tá vit hava í huga, at her er talan um persón, sum ikki bert er løgtingslimur, men eisini er útbúgvin løgfrøðingur.
Uttan mun til um Løgtingið hevur lóggávuheimildina ella ikki, so er tað ein spurningur, sum átti at havt verið nevndur í viðmerkingunum til nevnda lógaruppskot.
Ætlanin at »revsa«
føroyska løntakaran
Sambært grein 13 í lógaruppskotinum, so skal arbeiðsrætturin kunna revsa tey við bót, sum bróta galdandi sáttmála.
Vert er at hava í huga, at sambært lógaruppskotinum hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann, so eru tað ikki bert feløgini á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu revsast við bót, men eisini føroyski løntakarin, sum persónliga kann áleggjast bót um hann ger brot á galdandi sáttmála.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið framgongur klárt, at t.d. ein løntakari skal kunna dømast at gjalda bót til arbeiðsgevaran sjálvt um arbeiðsgevarin ikki hevur mist eina krónu orsakað av sáttmálabrotinum. Talan er tí um eina revsing, ið fyri okkum er púra fremmant, tí vanliga siga vit, at borgari ikki kann revsast, um hann ikki hevur framt eitthvørt lógarbrot.
Kanna vit støddina av teimum bótum, sum danski arbeiðsrætturin hevur dømt, so er ofta talan um heilt stórar upphæddir.
Tað, sum vit eiga at spyrja okkum sjálv um er, um hetta lógaruppskot, sum skal geva arbeiðsrættinum heimild at døma føroyska løntakaran revsing (bót) er í tráð við vanligu regluna um, at borgarar landsins skulu viðgerast eins.
Svarið er nei, tí ætlanin hjá Bjørn á Heygum og meduppskotsstillara hansara er, at bert partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu kunna revast fyri sáttmálabrot.
Vanligi føroyingurin spyr helst seg sjálvan, hví Bjørn á Heygum skal royna at gera føroyska løntakaran til brotsmann, um hann ikki fylgir gjørdum sáttmála.
Hví setir Bjørn á Heygum ikki samstundis fram uppskot um, at t.d. sakførarar, læknar, handilsmenn, grannskoðarar og reiðarar, sum gera sáttmálar av ymiskum slag, eisini skulu revsast við bót, um teir ikki halda teir sáttmálar teir gera?
Teir starvsbólkar, sum nevndir eru frammanfyri, gera jú dag og dagliga sáttmálar av ymiskum slag. T.d. ger sakførarin, handilsmaðurin og reiðarin sáttmálar um key og sølu, men hví ynskir Bjørn á Heygum ikki eina lóg, sum gevur heimild at revsa hesar bólkar við bót, um teir bróta gjørdar sáttmálar???
Tað er eingin ivi um, at uppskotið hjá Birni á Heygum og Óla Breckmann leggur upp til, at gera mun á borgarum landsins. Eftir uppskotinum, so skalt tú kunna dømast bót, um tú sum t.d. løntakari ikki heldur galdandi sáttmál, men tað skal ikki hava somu avleiðing, um ein sakførari ella handilsmaður ikki heldur ein sáttmála um keyp ella sølu.
Eg skal eisini vísa á, at lítið fantilsi tykist vera á lógaruppskotinum, tí í § 13 verður hvørt um annað víst til »sáttmálabrot« og »lógarbrot/lógbrótari«, so ilt er at fáa skil á, um uppskotsstillararnir vilja hava revsingina tengda at sáttmálabroti ella lógarbroti, men hesin hurlivasi vísir greitt, at Bjørn á Heygum hevur ilt við at skilja millum sáttálabrot og lógarbrot, og hetta er kanska ein av orsøkunum til, at hann er við at seta fram slíkt lógaruppskot.
Viðvíkjandi teimum hagtølum, sum eru tøk um rættarmál, sum viðgjørd eru í danska arbeiðsrættinum, so vísa kanningarnar, sum Ole Krarup professari gjørdi í 1980, at meginparturin av málunum vóru mál, har arbeiðsgevarafeløgini stevndu fakfeløgunum, so tær ódokumenteraðu metingar, sum útvarpið hevur fingið fatur á herfyri, eru neyvan eftirfarandi.
Vit innan fakfelagsrørsluna er nøgd við ta skipan, vit hava, har vanligu reglurnar um endurgjald eru galdandi, og hetta hava fleiri av grannalondum okkara eisini valt í staðin fyri at gera partarnar á arbeiðsmarknaðinum kriminell við at lógarfesta heimildina at geva bót fyri sáttmálabrot.
Bjørn á Heygum
og rættartrygdin
Umframt at leggja upp til, at bert ávísir samfelagsbólkar skulu kunna dømast revsing fyri sáttmálabrot, so hevur Bjørn á Heygum og meduppskotstillari hansara í grein 12 mælt til, at dómarnir í arbeiðsrættinum skulu vera endaligir og ikki skulu kunna skjótast inn fyri annan rætt ella fyrisitingarligan stovn.
Við øðrum orðum vil løgtingslimurin og løgfrøðingurin Bjørn á Heygum seta í gildi lóg, sum ikki bert gevur arbeiðsrættinum heimild at áleggja ávísum samfelagsbólkum revsing fyri sáttmálabrot, men hann vil eisini taka frá hesum borgarum rættin at royna hesa avgerð í hægri rætti.
Tað, at kunna royna eitt mál í hægri rætti er, sum kunnugt í einum og hvørjum demokratiskum samfelag ein høvuðshornasteinur tá talan er um rættartrygd
Borgarin, sum ikki er nøgdur við avgerðina, sum Føroya Rættur tekur, hevur sjálvsagt rætt til at skjóta avgerðina inn fyri landsrættin, og fyri allar føroyingar er tað helst heilt óhugsandi, at hesin rætturin at royna mál sítt í hægri rætti verður tikin frá okkum.
Tað er sera umráðandi, at allir føroyingar gera sær púrasta klárt, at Bjørn á Heygum og Óli Breckmann við lógaruppskotinum um arbeiðsrætt vilja taka frá okkum rættin at royna eitt mál í hægri rætti, tí teir mæla til, at dómarnir hjá arbeiðsrættinum skulu vera endaligir.
Aftur her kunnu vit spyrja, hví skal hendan óhugnaliga skerjing av rættartrygdin bert vera galdandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum? Hví skal t.d. sakførarin, handilsmaðurin og reiðarin, sum verður drigin í rættin, tí hann ikki heldur sáttmálatreytir sínar, framvegis kunna royna mál sítt í hæri rætti, um hann er ónøgdur við avgerðina hjá Føroya Rætti, tá fakfeløgini ikki skulu hava henda rætt?
Eisini munnu teir flestu føroyingar spyrja seg sjálvar, hvussu hetta, at taka so munandi partar av rættartrygdini frá ávísum samfelagsbólkum, svarar til tey penu orðini hjá Birni á Heygum undan seinasta løgtingsvali, har hann í fjølmiðlunum førdi seg fram sum tann persónur, sum skuldi tryggja okkum føroyingum rættartrygdina.
Vónandi sær føroyski veljarin, og ikki minst vanligi løntakarin, at talan r bert um valagn, og at Bjørn á Heygum í veruleikanum ger beint tvørtur ímóti tí, sum hann lovaði undan valstríðnum.
Bjørn á Heygum og
herferð hansara
móti fakfeløgunum
Í Dimmalætting leygardag-in 7. februar 1998 avdúkar Bjørn á Heygum veruliga andstygd sína móti føroysku fakfelagsrørsluni.
Tað er ilt at skilja, at hesin persónur, við sínum fakfelagsfíggindaliga hugsunarhátti kann hava virkað sum semingsmaður.
Greinin í Dimmalætting er úr enda í annan ein illgiting av føroyskum fakfelagsrørsluni, og tað er nógv fyri at síggja, at hesin maður, við síni ófantaligu skriving, skal ditta sær at tosa um útsøgnina hjá øðrum.
Hví sigur Bjørn á Heygum í greinini, »einaferð var ósemja um lønina á Porkeris Roykivirki«, tá hann veit, at talan var um arbeiðsgevara, sum í mánaðvís hevði goldið arbeiðsfólkinum ov lítla løn, og at hesin arbeiðsgevari ferð eftir ferð, til fánýtis hevði fingið at vita, at hann rindaði ov lítla løn?
Hví ber hann í bøtuflaka fyri arbeiðsgevara, sum í mánaðir ikki rindar løntakarunum lønina, sum teir eiga rætt til, tá hann veit betur?
Greinin í Dimmalætting vísir skilliga, at Bjørn á Heygum ikki hevur áhuga í at lýsa støðuna á arbeiðsmarknaðinum objektivt. Hann vil heldur lýsa støðuna sum um at tað eru fakfeløgini og løntakararnir, sum bróta gjørdar sáttmálar, meðan hann einki nevnir um tey ótaldu dømir, har arbeiðsgevararnir ikki rinda løntakarunum lønina, sum hesir løntakarar eiga til góð-ar.
Bjørn á Heygum tykist tó at hava fingið góða hjálp frá øðrum, tá hann skrivaði grein sína í Dimmalætting, har hann goysir gor og gall yvir fakfelagsrørsluna og serliga Føroya Arbeiðarafelag.
Tað sæst skilliga, at tey dømir, sum ímyndaðu sáttmálabrotini hjá FA, sum Bjørn á Heygum vísir til, eru tey somu sum formaðurin hjá Føroya Fiskimannafelag í áravís hevur ført fram, so her hevur Bjørn á Heygum tikið við góðari læru, men at endurtaka hesi ósannindir um FA ger tey ikki meira sonn.
Mín vón er, at ikki bert fakfeløgini, men eisini teir túsundtals løntakarar kring landið, við lógaruppskotinum hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann, og skrivingini hjá Birni í Dimmalætting, síggja vandan við tí politikki, sum hesir menn standa fyri, og ikki minst nú val stendur fyri durum er tað sera týdningarmikið at hava í huga, hvørjir politikarar vilja skerja rættartrygd okkara.
Tórshavn, 10.02.1998
Ingeborg Vinther