"Handan leiktjøldini í altjóða gerðarrættar-málunum millum Føroyar og ES" er heitið á fyrilestri, sum Bjørn Kunoy stendur á odda fyri.
Í stríðnum um felags umsiting av uppsjóvarfiski fekk ES sær til vega eina heimildarreglugerð, so at møguligt skuldi verða hjá ES at seta í verk handilstiltøk ímóti triðjalondum, um ósemja tók seg upp um felags umsitingarskipanir av ferðandi fiskastovnum.
Sum ein avleiðing av áhaldandi hóttanum um at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum, avgjørdu Føroyar í august 2013, við støði í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða, at kæra ES fyri ein tvungnan gerðarrætt. Í november 2013 varð somuleiðis sett hol á WTO gerðarrættarskipanina í hesum máli, ið fyri Føroyar var av sera stórum týdningi. Við hesum vórðu lunnar lagdir undir tvey javnfjar altjóða gerðarrættarmál millum Føroyar og ES.
Bjørn Kunoy stóð á odda fyri hesum arbeiði, og hann fer í fyrilestrinum 5. november, at greiða frá teimum hendingum, ið lógu til grundar fyri avgerðini at seta í verk hesi altjóða gerðarrættarmál. Eisini verður greitt frá teimum nógvu avbjóðingunum, ið stóðust av hesum.
Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum 5. november klokkan 19.30, og er almennur. Tað er Fróðskaparfelag Føroya, sum skipar fyri.