Bjørndalen keypt bil fyri milliónir

Alskyns hentleikar eru í nýggja marglætisbilinum hjá norsku skíðstjørnuni.

41 ára gamli Ole Einar Bjørndalen úr Noregi hevur í mong ár verið at kalla einaráðandi í skíðítróttinum biathlon, har hann seinastu 22 árini hevur vunnið sær somikið nógv heiðursmerki, at hann eigur nógv flest av teimum - tann, ið eigur næstflest, hevur ikki helvtina so nógv sum Ole Einar.


Eisini hevur Ole Einar Bjørndalen vunnið metnógv gullmerki á vetrarleikunum (13), men nú fer skíðstjørnan úr Drammen skjótt at takka fyri seg. Hann hevur boðað frá, at hetta verður seinasta kappingarárið hjá sær, og nú ætlar hann at enda yrkisleiðina við manér.


Ole Einar Bjørndalen hevur nevniliga keypt sær ein marglætisbil, sum hann ætlar sær at ferðast í til tær seinastu kappingarnar. Bilurin er útgjørdur við skíðbandi, venjingarrúmi, seks seingjum, køki og baðirúmi. Eisini ætlar hann sær at gera ein skjótibana við lasarapistóli, so hann fær vant biathlon har.


Landsiðsvenjarin, Egil Gjelland, sigur við norska TV2, at Ole Einar Bjørndalen er ein ógviliga gávumildur maður, og at hann ætlar sær at bjóða liðfeløgunum hjá sær at búgva í marglætisbilinum í sambandi við kappingar. Hann hevur sett tríggjar bilførarar í starv, sum skulu koyra skíðararnar til tær ymisku kappingarnar í vetur.


- Hetta er eitt fet inn í framtíðina, sigur norski landsliðsvenjarin um bilin, sum Ole Einar ikki vil upplýsa prísin á, men sum ivaleyst kostar fleiri milliónir. Bilurin, sum vigar 20 tons, hevur longu vakt ans, og eitt nú hava súkklulið í Tour de France spurt seg fyri um bilin.


TV2 hevur gjørt eitt innslag, har bilurin kann síggjast nærri. Innslagið sæst HER.