Bjørt við sínum fyrsta staklag

Bjørt Magnadóttir Husgaard hevur givið eitt lag út. Lagið er at hoyra á Spotify, og kemur seinni á youtube.

 

Bjørt hevur gingið til sangskriving á Dávavirkinum hjá Hans Edvard Andreasen, og tað er eisini Hans Edvard, ið spælir øll ljóðførini og hann hevur eisini staðið fyri upptøkuni.

 

Bjørt er 18 ár, og er nýtt stjønuskot á føroyska tónleikahválvinum.

 

Hetta er fyrsta lag, ið Bjørt gevur alment út, og tað kallast Home Far Away. Umframt at syngja leikar Bjørt eisini klaver á hesum lagnum.

 

Sum skilst hevur hon fleiri løg liggjandi, og kunnu vit vænta at hoyra meira frá Bjørt seinni í ár.

 

##med2##

 

Home far away - song by Bjørt | Spotify