Bláa Bylgjan heiðrar spælara

Klokkan 16 í dag tekur KÍ ímóti NSÍ.

Talan er samstundis um seinasta heimadystin hjá KÍ í ár, og tað ætlar fjepparafelagið - Bláa bylgjan - at gera nógv burturúr.

Umframt at stuðla liðnum undir dystinum, veðrur eisini skipað fyri hugnaløtu í Café KÍ eftir dystin.

Og her ætlar fjepparafelagið at heiðra spælara, sum hevur tænt felagnum serliga væl, verður sagt.