Í Runavík eru tey ikki heilt álvulig við støðuna. Eftir seks sjey umfør er úrtøkan fýra stig og 9. plássið! Setningurin er greiður. Tað ræður um at stríða seg upp um strikuna og harvið at sleppa undan niðurflytingini. Meiri verður ikki roknað við at unga liðnum.
Higartil eru ov nógv mál farin ígjøgnum. Tá ið oddaliðið Víkingur vitjaði Dýra biðjudag royndu teir á heimaliðnum við Løkin at binda fyri í verjupartinum.
Heimaliðið hevði fríska høgættarlotið undan í 1. hálvleiki, men tá var sera lítið gjørt av í álopspartinum. Bara tí einu ferðina var tað vandamikið. Eftir diagonalsending úr vinstru frá Sjúrða Jacobsen sneiddi Jann Martin Mortensen inn frá høgru og smekkaði til, og bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið.
Tolin trívst
Eftir sannførandi gongdina higartil vísa víkingarnir stórt tol og sjálvsálit. Royndirnar siga teimum, at tað ræður um at hava fokus á avtalunum í verjupartinum. Í hinum endanum fara møguleikarnir at koma. Tað ger ikki so nógv, um teir ikki eru har beinanvegin. Ímóti FC Suðuroy á heimavølli varð fyrsta málið í 4-0 sigrinum skorað eftir ein tíma, og so gekk skjótt.
Ímóti NSÍ í Runavík var uppskriftin ikki so langt frá hesari.
Heimaliðið var meiri framrættað og álopskent fyrsta korterið eftir steðgin og ímóti lotinum, enn tað hevði verið allan 1. hálvleik og undan lotinum. Besta møguleikan hevði Árni Frederiksberg, sum hesa ferð var sentralur miðvallari saman við Óla Arge, men bólturin streyk framvið skeivu megin stólpan.
Og so var tað, at Víkingur avgjørdi, tá ið Evrard Blé eftir lítlari løtu skoraði tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað við fínum stútara eftir neyvt innlegg úr høgru frá væl upplagda Bárði Hansen, og í seinna førinum var tað, tá ið Blé púra ísakaldur – í øllum kuldanum! – setti brotsspark framvið Kristiani Joensen. NSÍ málverjin bjargaði fyri stuttum trimum brotsspørkum ímóti HB, men ímóti væl upplagda Blé bar tað ikki til. Miðvallarin drálaði, inntil málverjin var farin í annað borið, og so setti hann bóltin í tóma málið!
Nú hevur Evrard Blé skorað fýra mál í landskappingini, og hann er toppskjútti hjá Víkingi. Tað er merkisvert fyri verjukendan miðvallara!
-Eg eri væl nøgdur við avrikið hjá okkara monnum, og tað er ein fragd at síggja, hvussu væl Evrard Blé er partur av liðnum. Hann hevur stórt yvirskot, og tað ber sjálvsagt økt sjálvsálit við sær, og gongdin verður ikki verri, tá ið hann aftur og aftur skorar mál, staðfestur Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen.
Leygarkvøldið vóru víkingarnir í brúdleypi. Høgri vongverjin Bárður Hansen og konan høvdu boðið teimum. Bárður hevur verið framúr eyðsýndur higartil. Nú eru konan og hann farin brúðarferð, og tí verður neyðugt at finna nýggjan høgra vongverja, tá ið Víkingur sunnudagin skal í Gundadal at stríðast við illa sperda meistaraliðið B36.
Sama dag skal NSÍ til Streymnesar. Tað ræður um hjá Kára Reynheim at halda mótinum uppi hjá ungu monnunum og siga teimum, at tað fer at síggja ljósari út!