Blá framgongd í Danmark

Ein nýggj veljarakanning í Danmark gevur tí borgarliga vonginum framgongd, og samstundis er Vinstri vorðin størsti flokkur. Eftir kanningini, sum Megafon hevur gjørt, hevði Vinsti fingið 25,2 prosent, um val nú, meðan Sosialdemokratarnir høvdu fingið 24,9 prosent. Sosialdemokratarnir hevur annars verið størsti flokkur síðani í 2009.

Kanningin gevur eisini teimum konservativu eina lítla framgongd, meðan Danski Fólkaflokkurin missir veljarar.

Hinumegin miðjuna gevur kanningin Sosialdemokratunum og Eindarlistanum afturgongd.

Samanumtikið sigur kanningin, at hevði fólkatingsvalið verið í dag, hevði andstøðan vunnið við 92 tinglimum ímóti 83.