Blái Krossur Føroya 100 ár!

TÍÐINDASKRIV

Í sambandi við aðalfundin á Glyvrum hetta vikuskiftið, verða hesi tiltøk:

Leygardagin 27. mars (í missiónshúsinum á Glyvrum)
kl. 11.00:
Áhugatími v. Jóh. Andre. Næs. Evnið: Líta aftur um bak, nú Blái Krossur fyllir 100 ár.
kl. 14.00:
Aðalfundur (skrá samb. viðtøkurnar)
kl. 16.00:
Pallborð. Evnið: Rúsdrekkamentanin um 20 ár?
kl. 19.00:
Veitsludøgurði á Runavíkar Sjómansheimi.

Sunnudagin 28. mars
kl. 11.00:
Gudstænasta v/ altargongd í Glyvra kirkju v/ Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð.
kl. 14.00:
Familjumøti í Glyvra kirkju v/ luttøku av Annelisu Rasmussen, Angelu og barnakóri. Øll børn fáa føðingardagsgávu.
kl. 18.00:
Hugnalig samvera í missiónshúsinum á Glyvrum. Talari: Vagn Foldbo. Evnið: Guðs kærleiki til menniskju, okkar akærleiki til næstan. Kór úr Leirvík luttekur. Frágreiðing frá arbeiðinum hjá Bláa Krossi. Sverri Steinhólm, landsnevndarformaður endar. Innsavnan til arbeiðið.