Nú letur Blái Krossur upp kafé í Kongagøtu, sum er ætlað núverandi og fyrrverandi misnýtarum. Tey hava ongastaðni havt at vera um kvøldarnar, og nógv teirra hava tí leitað sær í ølklubbarnar at stytta sær stundir. Hetta hevur elvt til, at tey detta út íaftur. Hetta verður nú broytt við nýggju rúsfríu kaféini.
Hølini í Kongagøtu eru nú sett í stand, og øll krøv frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Brunaumsjónini eru nú fylgd.
Fyrr í ár segði Kristian á Reynatrøð við Sosialin, at kaféin hjá Bláa Krossi er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og at tað er sera trupult hjá misnýtarum at klára seg, tá teir koma út aftan á lidna viðgerð.
? Teir hava ongastaðni at verða, og tí fella nógvir av teimum aftur í misnýtslu, segði hann. Hann vísti eisini á, at í londunum kring um okkum er vanligt at hava sokallaða »varmestuer«.
? Tær er ætlaðar misnýtarum av ymsum slag. Har kunnu tey koma inn at fáa sær ein kaffi- ella temunn, og stytta sær stundir.
? Í Føroyum verða hesi fólk sum oftast latin upp til sín sjálvs, og tá hava tey ofta trupult við at klára seg.
? Nógv av teimum savnast bara onkustaðni; í tí vit kalla »bulur« og tað vilja vit royna at bøta uppá. Tey skulu verða vælkomin í kafeina ístaðin, segði Kristian á Reynatrøð, tá tey í februar fóru undir at gera hølini til kaféina í stand.
Í sambandi við at Blái Krossur letur upp kaféina, verður móttøka í kaféini í Kongagøtu 8 í havn, at Blái Krossur bjóðar øllum hjálparfólki, viðskiftafólki og øðrum áhugaðum vælkomnum inn á gólvið.