Fólk frá Bláakrossi fara á Summarfestivalin. Endamálið er at vera til hjálp hjá teimum, sum hava tørv á hjálp. Tað er BKU, BláKross Ungdómur, saman við lokalfelagnum Gøta Fuglajørð Leirvík, sum skipar fyri tiltakinum. Ætlanin er at vera á festivaløkinum, tosa við fólk og annars hava eyga við fólki, sum hava hjálp fyri neyðini. Endamálið við at fara á Summarfestivalin er at vera til hjálp hjá teimum, sum hava tørv á okkum. Tað eru tey, sum eru full og rúsað, skrivar blakross.fo.
Tað er møguligt at tosa við Blákross fólkini, um tú hevur tørv á tí, og tey eru løtt at finna! Blái krossur verður sjónligur, við tað at fólkini fara at ganga í bláum vestum. (sí myndina, sum er frá G!festivalinum í fjør)
Umleið 20 fólk eru við í tiltakinum, og tey vera á festivaløkinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið frá klokkan 18 og inntil tiltøkini enda.