Martin Joensen, Jens og Kristel Lisberg og gospelkórið VOX framføra á einum og sama staði Í kvøld klokkan 20 verður stuðulskonsert til frama fyri nýtt blákrossheim í Christianskirkjuni í Klaksvík. Og lagt er upp til eitt sera spennandi og fjølbroytt konsertkvøld við fleiri góðum og spennandi nøvnum, har Gunnar Nolsøe úr Klaksvík verður framsøgumaður.
Martin Joensen er kendur fyri sínar sera vælskrivaðu sangir, sum í teksti og orðum hava nomið flest øll. Martin skrivar sangir um lívið, og hann nemur í yrkingum sínum við nógv djúp og viðkomandi evni.
Jens Lisberg hevur sungið seg inn í nógv hjørtu. Við sínum heilstoypta country konsepti rakar hann ein sera breiðan skara av føroyingum. Á konsertini spælir hann saman við góðum tónleikarum.
Dóttir hansara, Kristel Lisberg er ein av okkara bestu sangkvinnum, og hon hevur, hóast sín unga aldur, drúgvar royndir at standa á palli. Kristel fer á konsertini eisini at syngja gospel saman við gospelkórinum VOX, sum er eitt av føroya bestu gospelkórum.
Fjórða navnið er gospelkórið Vox, sum við sínum 28 sangarum fer at syngja sínar sangir og saman við onkrum av hinum luttakarunum.
Konsertin byrjar klokkan 20. Tað er ókeypis at koma á konsert, men høvi verður at lata eina peningagávu.
Stuðulskonsertin er til frama fyri eitt nýtt blákrossheim, sum ætlanin er at byggja á Gadd á Nesi.