Blákrossheimið 20 ár á baki

Hósdagin 6. mai var móttøka á Blákrossheiminum í Lyggøtu í Havn í sambandi við at stovnurin fylti 20 ár. Leiðari á Blákrossheiminum er Olga Magnussen, sum tók við eftir Sólborg Dulavík í 2001

20 ár eru liðin síðan Blákrossheimið í Havn verð sett á stovn. Byrjað var 6. mai 1984 í Kongagøtu, og í 1987 var flutt niðan í Lynggøtu, har stovnurin hevur hildið til síðan.

Nógv fólk møttu til móttøkuna, og fleiri talur vóru hildnar. Leiðarin á stovninum, Olga Magnussen, beyð vælkomin og segði frá um stovnin. Onnur sum hildu røðu vóru: Jaspur Langgard, aðalskrivari í Bláakrossi Føroya, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, Alfred Petersen, fyrrrverandi nevndarformaður, og Martin Kúrberg, starvsfólk á heiminum.

Sólborg Dulavík byrjaði sum leiðari, tá Blákrossheimið varð sett á stovn 6. mai 1984, og var hon leiðari til 2001, tá Olga Magnussen tók við.

Í fjør vóru 235 innleggingar, har 63 prosent av teimum vóru rúsdrekkamisnýtarar og hini vóru blandingsmisnýtarar, sum nýta bæði rúsdrekka og onnur rúsevni.

Á Blákrossheiminum eru 11,5 ársverk, har arbeiða lækni, sjúlrasystir, alkoholráðgevi, kokkur, assistenatar og náttarvaktir.

Blákrossheimið er eitt viðgerðarheim, har fólk kunnu koma í viðgerð í umleið seks vikur. Eisini hevur stovnurin tilboð um ambulanta viðgerð fyri misnýtarar og teirra avvarandi.