Nýggja viðgerðarheimið, sum Blái Krossur Føroya letur byggja á Nesi, er reist í dag. Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað heimið, og Byggifyritøkan KBH á Toftum er høvuðsarbeiðstakari.
- Nýggja Blákrossheimið verður 800 fermetrar stórt og kemur at kosta umleið 12 mljónir krónur. Ætlandi verður heimið liðugt bygt á vári 2014 - ella um eitt lítið ár.
Tað veit heimasíðan hjá Bláa Krossi Føroyar at siga í dag.
Dakko Petersen, formaður í bygginevndini, sigur við heimasíðuna, at teir vóna at hava so lítið lán sum gjørligt, tá heimið stendur liðugt.
- Tað er spennandi at byggja nýtt viðgerðarheim til tey, sum hava trupulleikar við rúsevnum.
Dakko Petersen sigur seg eisini vóna, at nýggja viðgerðarheimið kemur at hjálpa nógvum úr rúsevnatrupulleikum.
- Eg vóni eisini, at viðgerðarheimið kemur at virka tálmandi og upplýsandi um vandar við rúsdrekka og rúsevnum, leggur hann aftrat.