Blákrossheimið tekur aftur ímóti klientum

Síðan tilbúgvingin viðvíkjandi koronavirus byrjaði, hevur Blákrossheimið ikki tikið ímóti nýggjum búfólkum, og nógv at virkseminum er steðgað ella hevur verið á netinum. Men í næstu viku tekur heimið aftur ímóti búfólkum

Mánadagin 4. mai fer Blákrossheimið at taka ímóti fyrstu búfólkunum, síðan koronakreppan byrjaði. Meðan koronatilbúgvingin hevur verið seinastu vikurnar, hevur okkurt av virkseminum hjá Blákrossheiminum flutt seg út á netið. Nógv hava tikið av tilboðinum um ambulantar terapeutiskar samtalur yvir netið. Eftirviðgerðarsamtalur eru gjørdar eftir sama leisti. Tey, sum vóru í viðgerð á Blákrossheiminum, tá ið tilbúgvingin byrjaði, hava hildið fram í viðgerðini, sigur Blákrossheimið í tíðindaskrivi.

Tey, sum eru í viðgerð fyri rúsnýtsluórógv á Blákrossheiminum, fáa hvørja viku familjusamrøður. Nú er eisini latið upp fyri, at familjulimir kunnu koma inn til hesar samrøðurnar.

Eftirviðgerðarfundirnir, sum eru mánakvøld klokkan 19 á Blákrossheiminum og hóskvøld klokkan 20 í Skjólinum í Havn, byrja aftur ávíkavist 11. og 14. mai.

Teir almennu fundirnir á Blákrossheiminum týs- og hósmorgun eru enn avlýstir.

Framleiðsla er eisini byrjað av Datvarpinum, einum podvarpi, sum snýr seg um førleikamenning í sálarfrøðiliga háttalagnum, Blákrossheimið brúkar, nevnliga dialektiskari atferðarterapi (stytt DAT). Datvarpið er bæði ætlað teimum, sum hava tilknýti til viðgerðina á Blákrossheiminum og annars øllum, sum hava áhuga í DAT og ynskja sær betri sálarheilsu.  

Nú tikið verður ímóti nýggjum búfólkum og vanliga virksemið so smátt byrjar aftur, fer tilboðið um ambulantar samtalur at steðga. Eftirviðgerðarsamtalurnar á netinum halda tó fram fyribils.

Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum, DAT ung, er eisini flutt á netið í stóran mun. Bæði staksamtalur og bólkaundirvísingar eru farnar fram online. Nú verður so líðandi latið upp fyri vanliga DAT ung virkseminum í Kongagøtu 8 í Havn. Tey, sum luttaka í ungdómsviðgerðini, fáa at vita um hesar broytingar frá teirra terapeutum.

Undir vanligum umstøðum kunnu fólk, sum eru á Blákrossheiminum fáa vitjan. Hetta varð steðgað í samband við koronatilbúgvingina. Tað er framvegis galdandi.

Reinførið og frástøða verða framvegis raðfest høgt fyri at fyribyrgja smittubreiðslu.

Kunnað verður leypandi um broytingar í øllum hesum viðurskiftum, skrivar Blákrossheimið.