Týsdagin varð avgerðin tikin um at steingja hølini hjá útibarnagarðinum hjá Tvøroyrar kommunu. Barnagarðurin hevur høli í kjallaranum í skúla- og ítróttarhøllini í Trongisvági.
Tað byrjaði, at starvsfólk gramdu seg, tí tey høvdu verið sjúk og høvdu illgruna um soppavøkstur.
Starvsfólkini fingu skundað undir at fáa kanning gjørda, og nú er staðfest, at har er blámusoppur.
Kommunan hevur havt fund fyri foreldraumboini, sum hava fingu frágreiðng um, hvussu vorðið er.
Ein leki
Tað vísti seg, at eitt rør í kjallaranum hevur likið, og hildið verður, at soppurin stavar frá tí lekanum.
Kommunan hevur eisini gjørt mátingar, og royndirnar verða sendar Dansk Teknologisk Institut.
Nú verður lekin tettur, og tá ið hølini ru reinsað, verða gjørdar nýggjar mátingar.
Útibarnagarðurin heldur nú til í forhøllini í skúla- og ítróttarhøllini og hevur eisini fingið eina aðra stovu at vera í.
24 børn ganga í barnagarðinum.
Malla Dam, forkvinna í sosialu nevnd og Kristin Michelsen, borgarstjóri halda ikki nakran vanda vera fyri, at soppurin hevur breitt seg uppeftir í bygniningum. Soppavøksturin er heldur ikki so nógvum sum eitt nú í skúlanum á Giljanesi.
Børn hava verið sjúk
Sum nevnt vóru tað starvsfólk, sum gjørdu vart við illgruna sín um soppavøkstur. Nú aftaná hava nøkur foreldur sagt, at børn teirra hava havt ilt í høvdinum, ilt í hálsinum og havt mist málið. Slíkt, sum kundi bent á soppavøkstur, sigur Malla Dam.
Arbeiðseftirlitið er kunnað um støðuna, men stovnurin fer ikki upp í málið, tá ið kommunan longu er farin at tetta lekan og síðan fer at reinsa hølini. Við at flyta børnini út úr hølinum, hevur kommunan borið seg rætt at, sigur Arbeiðseftirlitið.