Blóðreytt regn rakar ikki Føroyar

Komandi dagarnir kemur reyðlitt regn inn yvir Danmark, ljóðar tað frá Danmarks Meteorologisk Institut. Hetta merkja vit í Føroyum tó einki til.

- Blóðreyða regnið kemur ikki inn yvir Føroyar. Tað fer í ein landnyrðing frá Danmark og inn yvir Svøríki, sigur veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen

Fyribrigdið verður rópt blóðregn, og orsøkin til reydliga regnið er, at reydligt støv og sandur úr Sahara er í avfallinum, sum kemur inn yvir Danmark.

- Vit síggja hetta fyribrigdið av og á, tá sandurin kemur langt upp í lofthavið, og streymurin er tann rætti. Regnið, sum kemur inn yvir Danmark, verður ikki blóðreytt, men fer at hava eitt reydligt sker, sigur Lars Henriksen, meteorologur á DMI.

Hann veit ikki nágreiniliga, hvussu ofta hetta kemur fyri, men vísir á, at tað ikki er vandamikið ella hevur aðrar avleiðingar, um so er, at reytt støv kemur á bilarnar og kanska eisini á klæðini.

Sambært veðurmanninum Petur Skeel Jacobsen er hetta fyribrigdið ongantíð komið fyri í Føroyum.