Í døgunum 12. - 16. mai ferð Básitokið til Fyn á vitjan, hagar orkestrið er boðið at vera við til 40 ára hátíðarhaldið hjá Svendborg Musikskole. Blásitokið er harmoniorkestur í Tórshavnar musikkskúla. Spælararnir eru musikkskúlanæmingar úr Havnini og Vestmanna, sum spæla upp á floytu, obo, fagot, klarinett, saxofon, alt- og valdhorn, kornett, trompet, trombon, baritonhorn, eufonium, tuba, el-bass og slagverk. Í orkestrinum eru í løtuni umleið 65 spælarar í aldrinum 9-15 ár. Á ferðini til Danmarkar vera 75 fólk ? næmingar, lærarar og foreldur.
Dagligur leiðari hjá Blásitokinum er Peder Riis-Jensen, sum hevur verið musikklærari í Føroyum síðani 1999. Í byrjanini av 1980´unum var hann lærari í Svendborg Musikskole og seinni í Broby kommunale Musikskole, mitt á Fyn, í nøkur ár.
Blásitokið hevur biðið tveir føroyskar tónasmiðir, Atla K. Petersen og Kára Bæk, um at skriva tónleik at spæla undir vitjanini á Fyn. M.a. Fara føroyingarnir saman við næmingum úr Svendborgs Musikkskole at venja eitt felagsverk, Herr Sinklar, sum Kári Bæk hevur lagt til rættis fyri orkestur. Hetta verkið og tað, sum orkestrið annars hevur á skránni, verður at hoyra á jubileumskonsertini í Svendborg Gymnasium, leygardagin hin 15. mai. Blásitokið ferð eisini til Odense at hava eina konsert á Amfiscenen ved Brandts Klædefabrik.