Íblástur frá sjúkrarøktarfrøðingunum

Ljósmøðurnar hava verið í verkfalli í 11 dagar nú

11 dagar eru farnir síðan ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum fóru til hús, tí samráðingarnar millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið duttu niðurfyri. Ósemja um løn gjørdi, at partarnir ikki megnaðu at finna eina semju.


Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya, sigur at hon ikki hevur hoyrt nakað frá mótpartinum ella Semingsstovninum síðan týsdagin í farnu viku, tá hon boðaði stovninum frá, at tey vóru sinnað at samráðast, um tey sluppu at samráðast við onkran, ið hevur heimild at taka avgerðir.


- Hyggur tú eftir hinum avtalunum, ið Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, so sært tú, at tey hava fingið meira enn karmurin loyvir. Onkur teirra hevur enntá fingið nógv meira. Men hjá okkum fáa vit nærmast undir karmin. So eg skilji ikki, hví vit ikki kunnu samráðast um hesi viðurskifti, sigur Annika Hoydal.


Hon dylur ikki fyri, at tað sjálvandi hevur sína ávirkan, at størsti starvsbólkurin á Landssjúkrahúsinum, sjúkrarøktarfrøðingarnir, fingu ein stóran lyft fyrr í ár.


- Tað merkir sjálvandi at aðrir starvsbólkar í sama arbeiðsplássi eisini halda, at teir onkursvegna skulu tillagast tað lyftið. So tað virkar sum eitt slag av íblástri, sigur forkvinnan í Ljosmøðrafelag Føroya, ið vísir á, at hetta er eitt ynski, ið restin av starvsbólkunum í Landssjúkrahúsinum eisini hava.


Síðan verkfallið byrjaði hevur fakfelagið fingið 54 umbønir um undantak frá verkfallinum og hava tey játtað tað í 41 førum. Men um útlitini fyri at fáa bjóða betri treytir ikki betrast, so má fakfelagið umhugsa at herða stríðið.


- Vit eru vanlig starvsfólk og hava ikki krav at geva nøkur undantøk. So tað er møguligt at nokta tí og tað kundu vit gjørt, men tað er eingin ljósmóður, ið ynskir tað. Tí vóna vit ikki, at vit koma hartil, men tað er ein møguleiki, ið vit mugu viðgera í felagnum, sigur Annika Hoydal.