Seinasta árið hevur verið dúgligani arbeitt í FSF við at gera okkurt munagott fyri kvinnufótbóltin í Føroyum, sum hevur havt tað trupult seinnu árini. Millum annað skipar FSF um góða viku fyri einum skeiði, har ætlanin er at geva venjarunum hjá kvinnu- og gentuliðum kring landið íblástur.
Danski landsliðsvenjarin vitjar
Á skeiðnum, sum verður fríggjadagin 1. og leygardagin 2. apríl, fer eitt nú venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Poul Højmose, at greiða frá egnum hugsanum og royndum at arbeiða við kvinnufótbólti.
Venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, sum telist millum tey sterkastu í heiminum, fer millum annað at tosa um munin á dreingja/mannfólka- og gentu/kvinnufótbólti, og hvussu man arbeiðir langsiktað við venjingini.
Harumframt fara føroyskir skeiðshaldarar at hava innlegg um tekniska venjing, og kvinnuligir leikarar verða við í praktiska partinum av skeiðnum.