Um ársskiftið keypti Ian Rasmussen í Kollafirði lítla nótabátin Sildina, sum Mannbjørn í Grund í Syðrugøtu og aðrir hava átt tey seinnu árini. Hetta er bátur, sum er beint undir 20 bruttotons stórur, bygdur hjá Brøðørunum Petersen í Fuglafirði, meginparturin úr eik. Upprunaliga er hetta Fiskimúli, men báturin hevur eisini havt onnur nøvn.
Sildin hevur í fleiri ár verður brúkt til veiði eftir brislingi og sild á firðum og sundum, og báturin er útgjørdyr sum nótabátur, eins og eitt nú Katrin í Søldarfirði, sum er ein stórur AWI-bátur, riggaður til nót.
Tíðliga í sjeytiárunum hevði Ian Rasmussen deksbát, sum var heldur minni enn Sildin, men sum eisini var riggaður til nót. Tá fiskaðu teir eisini brisling, sild og annað við bátinum. Onkur ár vóru nøgdirnar rímiliga stórar, men tá fekst lítil og eingin prísur fyri veiðina.
Ian Rasmussen er føddur hin 3. september í 1945, og tískil fyllir hann 75, tá føðingardagur verður aftur. Men, hóast komin nakað til árs, og hann fyri nøkrum árum síðan eisini gjørdist sjúkur við blóðtøppi í høvdinum, liggur hugurin hjá honum framvegis til sjógvin.
- Eg havi líka sum smálúrt eftir hesum møguleika aftur - tað at hava ein lítlan nótabát og loyvi at fiska eitt nú brisling og sild. Tá eg skilti, at Sildin var til sølu onkustaðni, sigi eg við sonin, Rasmus: - Tú keypir allan lort, gardinbátar og slíkt. Hvat við heldur at keypa ein ordiligan bát?
Úrslitið gjørdist, at felagið, sum átti Sildina, varð keypt, og við hesum fær Ian Rasmussen aftur møguleikan - eftir mong ár - at royna seg sum nótamann á firðum og sundum, tá nýggj vertíð byrjar aftur til heystar.
Herfyri varð Sildin tikin upp á land í Inni í Firði í Kollafirði, og tað var ein stórur krani hjá Articon, sum lyfti 41 tons tunga deksbátin upp á land. Tað er nógv arbeiði av einum slíkum træskipi, men Ian Rasmussen hevur havt timburmann, sum hevur arbeitt við træskipum, at hyggja sær eftir bátinum.
- Skrokkurin er rættiliga góður, og dekkið er eisini gott. Skansaklædningurin er nakað farin, men tað er ikki trupult at gera nakað við hetta. Sildin hevur eina rímiliga góða maskinu, 230 HK Iveco, sum vísir seg at rigga sera væl.
Hann sigur, at umborð á bátinum skal ymiskt broytast og dagførast, eitt nú ymiskt við hydraulikkinum og el-skipanini. Á bryggjuni í Kollafirði er smiðja, og Ian Rasmussen væntar, at hann fær teir at hjálpa sær við onkrum av tí, sum skal gerast.
- Hetta er nakað, sum fólk vanliga ikki tíma at fáast við. Men, eg tími at fáast við bát sum hendan, sum eg nú eri farin í holt við og ætli mær at hava lidnan til brislingavertíðina í heyst, sigur Ian Rasmussen í samrøðu, sum kann lesast í Sosialinum, sum er komin í dag.
##med2##