Dagurin í gjár var halgidagur hjá shiamuslimunum, og fyri fyrstu ferð í 30 ár kundu shiamuslimarnir í Irak hátíðarhalda dagin, sum var bannaður undir stýrinum hjá Saddam Hussein.
Men hátíðarhaldið fekk ein bráðan enda gjáramorgunin, tá fleiri bumbur brustu í høvuðsstaðnum Bagdad og í Karbala, sum er heilagur staður hjá teimum iraksku shiamuslimunum.
Vesturlendsk tíðindafólk vildu vera við, at minst níggju bumbubrestir vóru at hoyra í Karbala, og at nógv fólk lógu eftirá. Í Bagdad doyðu eisini nógv fólk, og meiri enn 100 vórðu særd. Franska tíðindastovan AFP vildi eisini vera við, at rakettir vórðu skotnar eftir einari mosku í Bagdad.
Í Karbala vóru meiri enn ein millión fólk komin saman at minnast tann heilaga prestin Hussain, sum var abbasonur Muhammed profet, og í Bagdad vóru fleiri túsund shiamuslimar savnaðir við eina mosku. Sambært CNN elvdu bumbuspreingingarnar til ruðuleika, og fólk royndu sum frægast at hjálpa teimum særdu.
Sambært CNN vildu fólk vera við, at tað vóru ikki irakar, men útlendingar, sum høvdu skipað fyri álopunum, sum komu dagin eftir, at irakska stjórnarráðið samdist um eina grundlóg.