Tey seinastu 20 árini hava heilsumyndugleikarnir í Danmark brúkt nógvan pening fyri at basa salmonella og øðrum bakterium í eggum ella kjøti. Bardagin ímóti bakteriunum er ikki av, men nú eru bakteriurnar í salati, minimeis og frystum hindberum. Tað skrivar Politiken.
Fleiri ferðir um árið eru fleiri tilburðir av sjúkum, ið standast av bakterium úr dálkaðum grønmeti, og summar av hesum sjúkum kunnu vera lívshættisligar.
Ein frágreiðing hjá matvørustýrinum vísir, at av 1.695 sendingum av frukt og grønmeti, sum skuldu seljast í 2009 og 2010, vóru átta sendingar fongdar við salmonella ella campylobacter, skrivar Politiken.