Blaðmaðurin blandar tingini saman

V/ Pf. Fossá
Hálvdan Gudmundsen
reiðari
--------------------

Í grein í Sosialinum mikudagin um skip, sum eru sleipað úr Vágum til Vestmanna, ber blaðið púra skeivar upplýsingar um annað skipið, ið nevnt verður.
Blaðmaðurin skrivar, at Venus hjá partafelagnum Fossá í Sandavági er komin til Vestmanna at liggja, tí felagið er í fíggjarligum trupulleikum. Tað er ikki satt. Venus er til fiskiskap, og felagið er væl fyri fíggjarliga.
Um blaðmaðurin hevði gjørt sítt arbeiði til lítar og bara ómakað sær at hugt í Skipalistan, átti hann at sæð, hvussu skeivur hann er farin. Skipið á myndini í blaðnum er Venus I, sum Fossá ikki hevur átt í fleiri ár.
Tann Venus, sum Fossá í dag eigur, er , sum sagt verður, fyrrverandi Ekliptika. At blaðmaðurin kemur við upplýsingum um hetta skip, sum um hann skuldi kent tað, avdúkar bara, at hann veit ikki nóg væl, hvat hann ger. So mikið stórur munur er á skipunum, at bert við at hugt í Skipalistan átti einhvør at sæð, at hesi bæði skipini líkjast ikki.
Í Skipalistanum hevði blaðmaðurin eisini sæð, at tað er ikki Fossá, sum eigur Venus I.