Blaðmaðurin hevði ov nógvan skund

Edvard Joensen
kunningarleiðari í Vágum
www.vagar.fo


Blaðmaðurin á Dimmalætting, sum mánadagin skrivaði teigin Hinvegin við undirheitinum Flogvøllurin hevur skund, hevði ov nógvan skund. Tað, hann bar fram, var ikki meira enn hálvsatt.

Í Vágum var veðrið av tí fagrasta um vikuskiftið. Hvussu tað var Í VIKISKIFTINUM  har baðmaðurin var (hvar tað so er) - veit eg ikki at siga, tí har var eg ikki. Eg var í Vágum og ikki í VÁGUNUM, sum blaðmaðurin eisini ber skeivt fram.
Maðurin letur okkum føroyingar vita, at superindivid úr altjóða jetsettinum og onkur navngivin føroyingur hava ikki tíð at búgva ella virka í Føroyum, tí bara ein flogvøllur er í landinum. Og so verða ferðafólk, sum ætla sær til Føroya, eisini drigin uppí.
Tað er rætt, at orsakað av veðri var ólag á flúgvingini seinasta hósdag. Í okkara verð vesturi í Vágum, er hósdagur á leið mitt í viku. Fríggjadagin var alt komið í rættlag aftur. So var tað yvirstaðið.
Nú er tað einki eindømi í heiminum, at flogferðsla er seinkað viðhvørt. Og ymsar orsøkir kunnu vera til tess. Kann upplýsa fyri hesum góða blaðmanni, at um somu tí, sum hetta ófatiliga drama, hann veit at siga frá, fór fram í Vágum, sótu hundraðtals fólk í Kastrup og bíðaðu eftir, at radarin í Arlanda fekst at virka aftur, so flúgvandi varð til svenska høvuðsstaðin. (Arlanda flogvøllurin er uttan fyri Stockholm, sum er svenskur høvuðsstaður). Og tá vita vit ikki, hvussu nógv fólk sótu aðrastaðni í heiminum og bíðaðu eftir sama radara.
Neyvan var tað heldur tí, at bara ein flogvøllur er í Føroyum, at sjóverjutyrlan fríggjakvøldið mátti lenda á flogvøllinum í Vágum við einum sjúklingi, sum síðan við sjúkrabili varð fluttur á Landssjúkrahúsið, hóast tyrlupallur er beint uttan fyri sjúkrahúsið.
Sambært heimasíðuni hjá MRCC var talan um ein mann, sum fluttur varð av einum føroyskum skipi undir fiskiskapis umleið 100 fjórðingar eystan fyri Føroyar.
Havi enn einki krav hoyrt um, at nýtt sjúkrahús verður bygt í Vágum av hesi orsøk. (Soleiðis just in case).
Blaðmaðurin blandar tingini saman. Tað er rætt, at ein dag í seinastu viku vóru ring floglíkindi í Vágum. Men um vikuskiftið - tað eitur ongantíð í vikuskiftinum - var fínasta summarveður í Vágum. Men ikki onkra aðrastaðni, har summi tosa um at gera flogvøll.
Viðlagda mynd varð tikin í 572 metra hædd á Heldarstindi í Vágum í fagrasta sólskini seinnapartin leygardagin. (Tá nærkast vikuskiftið). Vágar og Dalarnir fyri Vestan á Streymoy liggja í bjørtum sólskini. Men fyri eystan Streymoyarfjøllini er kavtroðið í mjørka.
Viðhvørt líkist hendan løgna skrivingin um alternativan flogvøll eini hetz. Eg haldi kortini ikki, at tað er ætlanin hjá teimum skrivandi. Meira man tað vera manglandi vitan um veruligu viðurskiftini.