Blað: Trump vil hitta Putin í Reykjavík

Fyrsti toppfundurin hjá Donald Trump skal verða í íslendska høvuðsstaðnum, skrivar The Sunday Times

Enska blaðið The Sunday Times skrivar í dag, at nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at hitta russiska leiðaran, Vladimir Putin, á toppfundi í Reykjavík.

Sambært vælvitandi keldum hjá blaðnum skal hetta verða fyrsti fundur, sum Trump hevur sum forseti við politiskan leiðara í øðrum landi, og fundurin skal haldast stutt eftir, at Trump hevur tikið við sum forseti 20. januar.

Amerikanarar hava skotið Reykjavík upp sum fundarstað, og sambært Sunday Times skulu russarar hava góðtikið hetta.

Sambandið millum USA og Russland hevur seinastu tíðina verið undir trýsti – millum annað orsaka av illgruna um russiska teldusneyting í USA. Amerikanskir myndugleikar halda eisini, at russarar royndu at ávirka forsetavalið í USA. Hesum hava russarar afturvíst.

Sean Spicer, sum er pressutalsmaður í Hvítu Húsunum, vísir søguna hjá The Sunday Times aftur og kallar hana ósanna.

Í 1986 var nógv umrøddur toppfundur í Reykjavík millum táverandi amerikansku og russisku leiðararnar Ronald Reagan og Mikhail Gorbatjev.

Sambært tíðindastovuni Ritzau veit íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Thor Thordarson, einki um ætlaða toppfundin í Reykjavík, men hann sigur, at Ísland er til reiðar at hýsa slíkum fundi, um tað skal verða.