At Thomas Blachmann hevur ákallað satan fleiri ferðir og ynskt Lindu Andrews úr X Factor hevur onga ávirkan havt, tí føroyingar hava biðið fyri henni, sigur prestur Sóknarpresturin í Norðstreymoy, Mogens Tilsted Christensen, hevur bitið merki í, at X Factor dómarin Thomas Blachmann hevur sagt, at hann ?sateme? vil hava Lindu úr kappingini.
- Hendan ákallan av satans megi hevur ongan týdning havt í X Factor hesaferð, tí ein stórur bólkur av bønarfólki í Føroyum hevur ákallað eina aðra megi - Jesu kærleiksfullu megi, sigur Mogens Tilsted Christensen.
Presturin stuðlar Lindu Andrews í X Factor og sigur, at Gud vil at fólk brúka síni talent.