- Eg sigi bara mína hugsan, sigur nógv umstríddi dómarin, Thomas Blachman, sum aftur er at síggja í dómarapanelinum hjá X-Factor. Í X-Factor sendingini hjá DR í gjárkvøld vóru fleiri sangarar, sum høvdu stórar vónir at sláa í gjøgnum í X-Factor. Men Thomas Blachman og hinir dómararnir syrgdu fyri, at bert teir bestu luttakararnir komu gjøgnum nálareyga.
Blachman vísir á, at hann ikki oyðileggur eina møguliga karrieru hjá teimum, sum ikki sleppa víðari í X-Factor. Hann heldur, at sangararnir skulu taka kritikkin til sín, og royna at blíva betri til næsta ár.