(Eftir Nela Heldarskarð)
Í fleiri mánaðir hava leysasøgurnar gingið. Og nú er so kunngjørt, at enski rokkbólkurin, Black Sabbath, fer at spæla aftur. Hetta kunngjørdi bólkurin fríggjadagin á tíðindafundi í Los Angeles. Millum annað fer bólkurin á konsertferð í 2012. Eisini verður nýggj fløga givin út.
Limirnir í bólkinum eru sangarin Ozzy Ousbourne, gitaristur Tony Iommi, bassistur Geezer Butler og trummari Bill Ward.
Bólkurin, ið byrjaði í 1969, er longu í ferð við at gera sangirnar til ta nýggju fløguna, sum verður tøk í heyst næsta ár. Fløgan hevur tó ikki fingið nakað heiti enn.
Tað er nú ella ongantíð. Vit hava tað frálíka væl saman. Hetta er sum at taka ein gamlan handska upp á aftur, sigur Tony Iommi.
Sambært Ozzy Ousborne hevur bólkurin longu 7-8 sangir klárar til nýggju fløguna.
Bert ein konsert er er upp á pláss hjá bólkinum. Tað verður ein konsert, ið skal spælast á Download Festival í Onglandi í Juni 2012.