Blaðungur drongur dóm fyri álvarsligan harðskap

Hann bukaði ein mann ein mann av við einum baseball-batti

Ein 16 ára gamal drongur er dømdur fimm mánaða fongsulsrevsing fyri serstakliga grovan harðskap.

Hann er eisini dømdur fyri stuldur og innbrot.

 

Men av tí, at hann er so ungur, og av persónligum viðurskiftum, skal hann bara sita í ein mánað.

 

Ger hann einki revsivert hesi bæði næstu árini, sleppur hann undan at sita restina av dóminum.

 

Men tað er eisini ein treyt, at hann gevur seg undir barnaverndina og eftirlíkar møguligum boðum frá myndugleikum um útbúgving, arbeiði og uppihald á stovni.

Hann skal eisini lata seg kanna av sálarfrøðingi, fær hann boð um tað.

 

Drongurin er dømdur fyri at hava brotið inn í eini hús, har hann hevur stolið einar 5.800 krónur. Í einum øðrum innbroti hevur hann stolið 400 krónur og nakrar lyklar og í einum handli hevur hann stolið einar 10 kartengur av sigarettum saman við teimum øðrum.

 

Men álvarsamasta lógarbrotið, er, at hann legði á ein mann við einum baseball batti og bukaði hann av.

 

Maðurin, sum varð álopin, varð sligin í høvdið, á kroppin og á armarnar, og í tí sambandinum fekk hann eitt opið sár í høvdið, hann breyt albogan og misti hoyrnina á øðrum oyranum.

 

Dagin eftir hetta álopið varð gerningsmaðurin tikin og settur í varðhald, har hann hevur sitið til nú, dómurin fall. Og nú sleppur hann ikki útaftur, fyrrenn hann hevur sitið dómin.